Carola hevur í fleiri áratíggju verið ein av mest kendu og elskaðu røddunum í Norðurlondum.
Í Lívdini verður talan um eina intima konsert við Carola og klaverleikara á pallinum – har røddin, sangirnir og nærveran standa í miðdeplinum.
Hetta verður eitt konsertkvøld við sterkum sangum, søgu, trúgv og tónleiki í fremstu røð.
650,00 kr. í alt
Hans Inge Fagervik kemur aftur til Føroya við eini nærverandi konsert í Lívdini í Hoyvík. Hann hevur givið út 20 útgávur og hildið konsertir í 25 londum – eisini í Føroyum.
Mong kenna hann best fyri sangin “Farvæl Marita”, sum er vorðin ein kendur og nógv sungin sangur her heima.
250,00 kr. í alt
Sangirnir, minnini og føroyska gospel-søgan savnast aftur í Lívdini.
Eitt serligt konsertkvøld við Ichtus – fyri tey, sum minnast tíðina, og fyri tey, sum vilja uppliva sangirnar live á nýggjan hátt.
“ICHTUS / Minnist tú” er nú at finna á Spotify.
250,00 kr. í alt
Kom við til eina hugnaliga jólakonsert í Lívdini við Magna Christiansen, Lisu Fredriksberg og bólki.
Við country-tónum, kendum jólasangum og eini vakrari jólaligari pallseting verður hetta eitt kvøld, sum fær teg í jólahýr.
Í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og leskiligur rís à l’amande.
Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Í ár selja vit bert 500 atgongumerki til konsertina.
225,00 kr. í alt
Salmer på Pøbb hevur við meira enn 40 útseldum konsertum bergtikið áskoðarar kring Noreg. Nú kemur vælumtókta norska konseptið til Føroyar við kendum sálmum í nýggjum hami, framúr góðum tónleikarum og einari hugnaligari konsertuppliving við sangi, nærveru og felagsskapi.
319,00 kr. í alt